KUNNING UM SAVNING AV PERSÓNUPPLÝSINGUM

1. Vit eru dátuábyrgdari – Hvussu kanst tú seta teg í samband við okkum?
2. Endamálið við viðgerðini og heimildin fyri hesari
3. Sløg av persónupplýsingum
4. Móttakarar ella bólkar av móttakarum av persónupplýsingunum
5. Flutning til útland, triðjaland ella millumtjóðafelagsskap
6. Hvaðani persónupplýsingarnar stava
7. Tíðarskeiðið, sum persónupplýsingarnar verða goymdar
8. Automatiskar avgerðir, sum verða tiknar, undir hesum profilering
9. Rættin til at taka samtykki aftur
10. Tíni rættindi
11. Kæru til Dátueftirlitið

Í fylgiskjali 1 finnur tú hesar upplýsingar.

Hetta skriv er bert til kunning.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Okkara samskiftisupplýsingar eru at lesa í fylgiskjali 1.

Vinarliga
P/F Articon

Fylgiskjal 1
Kunning um okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum

1. Vit eru dátuábyrgdari – Hvussu kanst tú seta teg í samband okkum?
1.1. P/F Articon er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av teimum persónupplýsingum, ið vit hava móttikið um teg.
1.2. P/F Articon
1.3. Á Hjalla 20, 188 - Hoyvík
1.4. V-tal: 504572
1.5. Telefonnr: +298 350700
1.6. Teldupostur: articon@articon.fo
1.7. Umboð fyri dátuábyrgdaran eru:

Rakul Gardar
Tel. +298 286122
Teldupost: rakul@articon.fo

Rúni Thomsen
Tel. +298 216142
Teldupost: rt@articon.fo

2. Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónupplýsingum
Articon viðger tínar persónsupplýsingar við hesum endamálinum:
- Umsiting og viðgerð av starvsumsóknum
Heimildargrundarlagið fyri okkara viðgerð er:
- § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini (heimilað áhugamál um at veita góða og sakliga viðgerð ísmv umsóknir)
- § 8, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini (samtykki) Hetta ger seg galdandi tá Articon fríviljað fær upplýsingar frá umsøkjara, sum ikki eru umbidnir. Samtykkið kann trekkjast aftur frá umsøkjara.

Trúnaður og kunning um viðgerðina hjá Articon av tínum upplýsingum: Allar persónsupplýsingar verða viðgjørdar í trúnaði og verða bert brúktar til endamálið, sum lýst er omanfyri.

3. Sløg av persónupplýsingum
Vit viðgera hesi sløg av persónupplýsingum um teg: vanligar persónsupplýsingar.
• Navn
• Føðidato
• Telefonnr.
• Bústaður
• Teldupostadr.
• Útbúgving
• Fakligar førleikar
• Persónligar førleikar
• Starvsroyndir
• Lønarviðurskifti
• CV
• Evt. mynd
• Evt. viðmæli
• Evt. persónligheitskanningar

4. Móttakarar ella bólkar av móttakarum
Tínar persónsupplýsingar verða goymdar í eini HR skipan, sum liggur hjá Articon. Skipanin er “HR Total view and Recruitment”, sum Formula veitir. Einstøk starvsfólk hjá Formula kunnu fáa atgongd til skipanina við loyvi frá Articon. Trúnaðaravtala millum partarnar fyriliggur.

5. Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í millumtjóðafelagsskapum
Tá ið umsóknartilgongdin fevnir um persónligheitskanning, nýtir Articon danska veitaran Garuda A/S sum undirdátuviðgera. Starvsfólk hjá Garuda A/S í Danmark kunnu sostatt hava atgongd til og viðgera upplýsingar, sum verða upplýstar í sambandi við kanningina. Dátuviðgerðaravtala er gjørd við felagið viðvíkjandi viðgerðini. Tú kanst biðja um avrit av avtaluni, sum flutningurin av persónsupplýsingum verður lagaður eftir, við at seta teg í samband við dátuábyrgdaran í Articon rakul@articon.fo Garuda A/S er skrásett í Danmark og hevur undirveitarar uttanfyri ES: USA og Bretland.

6. Hvaðani persónupplýsingarnar stava
Tínir persónsupplýsingar eru savnaðar í samsvari við títt samtykki. Harafturat kunnu dáturnar bert verða viðgjørdar við tí endamáli at viðgera umsókn tína. Sum liður í rekrutteringartilgongdini kann tað henda, at vit eisini heinta inn aðrar almennar upplýsingar um teg av netinum, undir hesum teimum sosialu miðlunum. Hesir upplýsingar verða bert savnaðar til sakligt endamál við heimild í §8, stk. 1, nr. 6

7. Tíðarskeiðið, sum persónupplýsingarnar verða goymdar
Vit goyma umsóknina og aðrar upplýsingar, sum tú hevur tøppað inn, til setanartilgongdin er liðug og inniverandi ár.

8. Automatiskar avgerðir verða tiknar, undir hesum profilering
Vit nýta automatiskar avgerðir, undir hesum profilering í sambandi við umsóknartilgongdina. T.d. um lýst verður eftir einum starvsfólki við koyrikorti ella øðrum ávísum fakligum førleika, og umsøkjarin ikki hevur hesar ávísu førleikar, so kann skipanin havna umsóknina. Kortini ber til hjá Articon at síggja og lesa umsóknina, tí hon verður ikki endaliga strikað fyrr enn umsóknartilgongdin er av og tá mett verður, at málið kann latast endaliag aftur. Hetta kann t.d. gerast um umsøkjarin evt. av óvart hevur givið skeivar upplýsingar í umsóknini.

9. Rættin til at taka samtykki aftur
Tú kanst altíð taka títt samtykki aftur. Hetta kanst tú gera við at seta teg í samband við okkum (sí samskiftisupplýsingar undir punkt 1)

Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildi av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.

10. Tíni rættindi
Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í samband við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Um tú ynskir at nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum: Umboð fyri dátuábyrgdaran:

Rakul Gardar
Tel. +298 286122
Teldupost: rakul@articon.fo

Rúni Thomsen
Tel. +298 216142
Teldupost: rt@articon.fo

10.1. Rætturin til innlit (§ 26)
Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.

10.2. Rætturin til rætting (§ 27)
Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.

10.3. Rætturin til striking (§ 28)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking.

10.4. Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir í útgangsstøðinum bert goyma persónupplýsingarnar.

10.5. Rætturin til dátuflutning (§ 31)
Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing Umbøn um fá.

10.6. Rætturin til mótmæli (§ 32)
Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.

11. Kæra til Dátueftirlitið
Tú hevur rætt til at kæra til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tú finnur samskiftisupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á heimasíðuni www.dat.fo.